Lær hvussu man keypur, selur og flytur crypto, og hvussu man umbýtir millum almennar pengar og crypto.
Hetta er serliga ætlað byrjarum í Krypto. Her fært tú fótin inn um hurðina til krypto.
(Eintíðar vegleiðing) — Framferðaháttir (í Persón, Zoom ella kjatt) — Tú velur. Vegleiðingin geldur intil alt er komið uppá pláss.
Hetta fært tú:
(Eintíðar vegleiðing) — Framferðaháttir (í Persón, Zoom ella kjatt) — Tú velur. Vegleiðingin geldur intil alt er komið uppá pláss.
Niðanfyri er eitt úrval av innleiðandi videobrotum til tey, sum ynskja at læra sjálvstøðugt. Í løtuni vísir heimasíðan til videotilfar uttanífrá. Nógv tílíkt tilfar er at finna á netinum, so tað er bara at leita sær fram.
Leinkjan omanfyri førir til eitt stutt innleiðandi video, sum vísir gongdina at stovna kontu. Hóast dømið er fyri Krypto platformin (Kraken), so eru trinini í stóran mun lík tvørtur um flestu platformar.
Videobrotið omanfyri gevur eitt greitt, stig fyri stig yvirlit yvir, hvussu tú flytur almenn gjaldoyrir millum ein krypto-platform og tína bankakonto.
Ofta er tað mest avbjóðandi at taka almennar pengar út aftur til bankakontoðina frá einum Krypto Platformi. Millum teir tøku møguleikarnar skilir Kraken seg frá, sum ein av einfaldastu og mest brúkaravinarligu platforminum til at taka almennar pengar útaftur.
Fyrstufer tú tekur almennar pengar frá kryptoplatforminum til tína bankakonto, so skalt tú ígjøgnum eina longri tilgongd. Eftir tú hevur gjørt tað einafer, so eru framtíðar úttøkur sera einfaldar.
Tá tú fert ígjøgnum tilgongdina, vel so “SWIFT” bankaflyting og fyll út kravdu upplýsingarnar. Tú kanst finna hesar upplýsingar við at rita inn á heimasíðuna hjá tínum banka. Til dømis við bankanum “Norðoya Sparikassi”, vel fyrst kontuna, tú vilt senda pening til, trýst síðani á upplýsingarmøguleikan (⋮), og vel “Vís nærri lýsing av konto.” Har finnur tú títt IBAN-nummar og BIC, sum Kraken krevur.
Um bankin brúkar "ikki-enskar stavir" (so sum ð), so skift teir út við tann nærmasta standardbókstavin (t.d. brúka “d” ístaðin).
Leinkjan omanfyri førir til eitt stutt innleiðandi video ið gevur eitt einfalt yvirlit yvir, hvussu tú keypir og selur krypto á Kryptoplatforminum Kraken.