Palleba

Um Palleba

Ein Betri Framtíð Við Betri Pengum

Bitcoin-hugtakið snýr seg um meira enn pengar — tað snýr seg um alt tað, ið pengar ávirka, og um at skapa eina betri og rættvísari framtíð gjøgnum betri og rættvísari pengar. 

Palleba — tann vanligi føroyingurin — skal fáa meira sjálvræði yvir sínum pengum og ikki hava teir óbeinleiðis stolnar gjøgnum inflatión.

Endamálið við Palleba

Endamálið við Palleba er at gera tað lættari hjá vanligum fólki at skilja og gerast partur av Krypto, framtíðar pengaskipanin. Palleba siktar eftir at vera ein heildarloysn, sum veitur alt ið hevur til endamáls at fáa Kryptogjaldoyra í gerandisdegnum til veruleika. Tað eru 5 kjarnuøkir, ið dentur verður lagdur á í hesum sambandi. Hesi eru: lærdómur, konto uppsetan, trygd, skattur og verulig nýtsla.

Hví Palleba Byrjaði

Palleba byrjaði vegna vaksandi sannføringini um at núverandi pengaskipan ikki gagnar vanliga persóninum, men ístaðin teimun ið standa tættast pengaprintarinum. At fáa betri pengar til menniskjur, kennist meira og meira, sum tað viktigasta at gera. “Longri forkláringar um hetta standa undir lærdóm á hesari heimasíðuni.” 

Kryptoumhvørvið í dag hevur milliónir av kryptogjaldoyrum, har 99% av teimun einki gagnligt endamál hava. Eisini eru tað milliónir av fólki í Kryptoumhvørvinum, ið bert royna at ríka seg sjálvan útfrá tapinum hjá øðrum, við einum so kallaðum “Zero Sum Mindset”. Hetta og nógv annað, hevur gjørt at høvuðsrákið hevur gróðursett eina sera negativa fatan av Krypto í hugaheiminum hjá flestu fólkum. Uttan at veruliga seta seg inní sakina, so seta tey Krypto í samband við svik, kriminalitet og óálítandi virksemi.

Flestu fólk hava tað eisini sera torført við at praktiskt koma innum Kryptoheimin og byrja at investera pengarnar í rætta stað. Neiliga fatanin saman við fløktu íløgugongdini, ger ofta sum fólk ikki tíma at brúka tíð uppá tað. Hetta skapti ein tørv í marknaðinum. Ein tørv at vegleiða fólk hvussu man praktiskt brúkar Krypto, men eisini ein tørv at lýsa hugsanargrundarlagið undir Bitcoin Hugtakinum. Hetta er hví Palleba bleiv stovnað.

Hvør er Palleba

Stovnarin av Palleba er Tóki Hanusarson á Lógv. Sum nevnt omanfyri, so havi eg eina stóra sannføring um hvønn týdning góðir pengar hava fyri samfelagið.

Við stórum áhuga fyri búskapi, so arbeiði eg støðug við at menna Palleba til eina heildarloysn innan kryptoumhvørvið.

Eg lesi búskaparfrøði á George Mason University í USA, har eg víðarimenni mína vitan og førleikar innan búskaparfrøði og fíggjarligum skipanum. Hóast eg lesi í USA stóran part av árinum, so eri eg fysiskt til staðar í føroyum 4 mánaðar um árið, og Palleba tænastan er altíð tøk gjøgnum netið.