Eintíðar vegleiðing) — Framferðaháttir (í Persón, Zoom ella kjatt) — Tú velur. Vegleiðingin geldur intil alt er komið uppá pláss.
Fá vegleiðing um hvussu tú brúkar krypto ómakaleyst til gerandis handlar.
Tú lærir at brúka veruligar gjaldshættir sum:
Niðanfyri eru loysnir, sum gera tað lættari at brúka krypto til gerandis handlar.
Tað besta er sjálvandi at man brúkar Krypto beinleiðis sum gjaldsmiðil. Hetta er tó ikki altíð gjørligt í flestu førum, tí enn er Krypto ikki ein góðtikin gjaldsmiðil í flestu handlum. Tí hevur tú brúk fyri einum einføldum máta at umbýta títt krypto til tað gjaldoyraði hjá seljaranum, tá tú keypir.
Umrokna Krypto til onnur gjaldoyru í stundini tá tú geldur við tínum Revolut korti. Hetta ger gerandis handilin lættan, serliga har Krypto ikki er beinleiðis góðtikið, tí tú kanst hava Krypto á Revolut kortinum, og gjalda til ein ið vil hava eitt annað gjaldoyra, eitt nú DKK, har Revolut sjálvvirkandi vekslar tað um fyri teg.
Tú kanst eisini taka reiðan pening út úr sjálvtøkum við at brúka tína kryptosaldu.
Her brúkar tú krypto til at ogna tær okkurt, sum handilsmaðurin frammanundan góðtekur (t.d. gávukort, forgoldna saldu osfr.)
Í øðrum førum, tá tú rindar beinleiðis við Krypto, so eru summi kryptogjaldoyru, eitt nú Bitcoin, ov sein og dýr til at brúka beinleiðis í gerandis handlum. Í slíkum førum hevur tú brúk fyri loysnum, sum gera handlarnir skjótari og bíligari.
Send og móttak Bitcoin skjótt og býligt gjøgnum Lightning Network við Lightning-virknum wallets.
At Bitcoin er ov seint og dýrt at brúka til dagligar gjaldingar er kent sum ein kapasitets-trupulleiki. Hetta er eitt úrslit av undirliggjandi sniðgevingini hjá Bitcoin, har hvær handil skal avgreiðast og staðfestast á blockchain, sum er eitt sera trygt netverk, men dýrt og seint.
At loysa hendan kapasitets-trupulleikan á rættan hátt er eitt áhaldandi fokus innan krypto.
Fremsta loysnin í dag til Bitcoin er tað sum kallast Lightning Network, eitt so kallað “Layer 2” bygt omaná Bitcoin. Layer 2 ger tað skjótari og býligari, tí man flytur flestu handlarnar av høvuðsblockchain, har tú bert brúkar blockchain til endaligu og samlaðu avrokningar. Tað at man handlar uttanfyri blockchain, ger at man umbýtur eitt sindur av desentralisering og trygd fyri skjótleika. Men fyri gerandishandlar, so er hetta umbýtið persónliga góðtikið av teimun flestu– líka sum at tey flestu góðtaka at tú hevur minnið trygd til lummapengar í mun til uppsparing.
Hendan tilgongdin er ikki serlig fyri Bitcoin. Nútímans Fiat-skipanir skalera á líknandi hátt: flestu gjaldingar henda sum saldudagføringar innan bankar (í roynd og veru eitt “Lag 2”), meðan veruliga avrokningin millum bankarnar hendir seinni í miðbankanum. Lightning Network brúkar eitt sera líkt hugskot.
Viðmæltar Lightning Wallets:
Best til byrjarar
Virkar beinanvegin — eingin uppseting
Sera lætt at brúka
Ein fyritøka uppiheldur tínar bitcoins, eins og ein fyritøka uppiheldur tínar bitcoins tá teir liggja á einum Krypto platformi.
Betri lightning wallet fyri at eiga tínar bitcoins
Tú stýrir tínum pengum
Einføld fartelefon wallet
Eitt sindur meira kontouppseting enn wallet of satoshi
⚠ Týdningarmikið
Allar Lightning Hardware Wallets eru best til at brúka, men ikki sum uppsparingskonto.
Til langtíðargoymslu, brúka Hardware Wallets.
Brúka eitt Kryptogjaldoyra, sum er skjótt, bíligt og trygt. Kaspa er ein leiðandi verkætlan, tá tað kemur til at loysa seinleiks trupuleikan “Scalability Issue”, sum Blockchain-netverk hava.
Meðan loysnir sum Lightning Network hava til endamáls at loysa avbjóðingina við kapasitets-trupulleikanum hjá Bitcoin við at flyta handlar útum blockchain, so royna aðrar verkætlanir at lousa trupulleikan beinleiðis á høvuðsnetverkinum. At fáa "skalerbarleika" "Scalability! á grundlagnum krevur vanliga at skapa eitt nýtt kryptovaluta ella grundleggjandi broyta sjálvt Bitcoin gjøgnum eitt "Hard Fork". Fleiri verkætlanir hava kannað hesa leiðina.
Eitt merkisvert dømi er Kaspa, sum er eitt relativt nýtt kryptovaluta, sum byrjaði í 2021. Kaspa loysir kapasitets-trupulleikan við blockchain, við at skifta siðbundna blockchain-bygnaðin út við ein BlockDAG (Directed Acyclic Graph). Hetta sniðið hevur til endamáls at viðgera sonevndu “blockchain trilemma” – at royna at fáa skalerbarleika, desentralisering og trygd samstundis. Orðið Kaspa merkir silvur á arameiskum máli, og orsøkin til at velja navnið Kaspa fyri hetta kryptogjaldoyraði, er tí tað skapar sama samband, sum silvur hevði við gull í fornari tíð.
Silvur varð søguliga brúkt til smærri viðurskifti og var meira skalerbart á henda hátt, tí tað hevði minnið virði per vekt. Hetta er tað sama konseptið ið Kaspa fylgir, og Bitcoin er samanborið við sum gull. Síðani Kaspa varð sett á stovn í november 2021, hevur tað víst lovandi avrik við at prógva at tað megnar at loysa seinleikstrupulleikan. Men eins og ein og hvør lutfalsliga nýggj tøkni, so er hon enn í menning og hevur enn ikki fingið langtíðarsøgu, sum er neyðug fyri at Kaspa kann prógva at tað megnar tað ið tað sigur seg megna. Áhaldandi menning kann vera eitt positivt tekin um nýhugsan, men tað merkir eisini, at skipanin framvegis mennist, sum kann ávirka álitið, til hon grundfestur seg meira. Um slíkar verkætlanir, har Kaspa mest sum er uttan kapping í løtuni, vísa seg at vera álítandi yvir tíð, so kunnu tær umboða eina leið til at uppfylla upprunaligu visjónina hjá Bitcoin, sum var at vera eitt brúkiligt elektroniskt pengqsystem uttan ein millummann. Kaspa hevur eisini fingið sterk aftursvar frá nógvum í Bitcoin felagsskapinum, mest tí at tað er ein beinleiðis kappingarneyti sum kryptopengar, av tí at pengar á fríða marknaðinum hava lyndi til at vera ein "vinnarin tekur alt" marknaður.
Hetta er eitt áhaldandi orðaskifti, sum tíðin fer at averða. Tá ið alt kemur til alt, so er tað eitt felagsmál ið øll hava, hetta er at fáa Sound Money aftur. Hetta er tað, sum hevur týdning í tí stóra bílætinum.
Fyri at kanna hetta evnið nærri, kanst tú hyggja at hugtakinum “blockchain trilemma” á netinum, sum greiðir frá kjarnuavmarkingunum í blockchain sniðgeving. Fyri at læra meira um Kaspa, Youtube'arin “Kaspa Silver” viðmæltur.
Viðmæld Kaspa wallet til gerandisbrúk:
⚠ Týdningarmikið
Kaspium Wallet er ein "Hot Wallet" og er best egnað til nýtslu, ikki uppsparing.
Til langtíðargoymslu, brúka Hardware Wallets.
Umbýt Kontantir pengar ↔ Krypto
Fæst í løtuni sum manuell tænasta til handlar upp til 1000 DKK (Sjálvvirkandi sjálvtøka ætlað í framtíðini). Samlaður kostnaður er 10%, sum er í samsvar við støðuna á Krypto-ATM marknaðinum
Fyri at umbýta reiðan pening við Krypto, so gevur tú reiðan pening til Palleba og tína wallet QR-kotu fyri at fáa Krypto sent til tín
Fyri at umbýta Krypto við reiðan pening, so sendur tú Krypto til Krypto adressuna hjá Palleba, og Palleba gevur tær kontant aftur.
ATM stuðlar Bitcoin (BTC) og Kaspa (KAS).
Set teg í samband við Palleba fyri at nýta ATM.
Send og móttak Bitcoin skjótt og býligt gjøgnum Lightning Network við Lightning-virknum wallets.
Í øðrum førum, tá tú rindar beinleiðis við Krypto, so eru summi kryptogjaldoyru, eitt nú Bitcoin, ov sein og dýr til at brúka beinleiðis í gerandis handlum. Í slíkum førum hevur tú brúk fyri loysnum, sum gera handlarnir skjótari og bíligari.
Brúka eitt Kryptogjaldoyra, sum er skjótt, bíligt og trygt. Kaspa er ein leiðandi verkætlan, tá tað kemur til at loysa seinleiks trupuleikan “Scalability Issue”, sum Blockchain-netverk hava.
Umbýt Kontantir pengar ↔ Krypto
Fæst í løtuni sum manuell tænasta til handlar upp til 1000 DKK (Sjálvvirkandi sjálvtøka ætlað í framtíðini). Samlaður kostnaður er 10%, sum er í samsvar við støðuna á Krypto-ATM marknaðinum
Fyri at umbýta reiðan pening við Krypto, so gevur tú reiðan pening til Palleba og tína wallet QR-kotu fyri at fáa Krypto sent til tín
Fyri at umbýta Krypto við reiðan pening, so sendur tú Krypto til Krypto adressuna hjá Palleba, og Palleba gevur tær kontant aftur.
ATM stuðlar Bitcoin (BTC) og Kaspa (KAS).
Set teg í samband við Palleba fyri at nýta ATM.